Bíbilskir leiklutir hjá teimum kristnu; maður og kona, børn og foreldur, trælir og harrar
Manage episode 377520376 series 3468726
Efesus 5, 22 - 6, 9.
Kærleikin, sum maðurin skal vísa er av einum tílíkum slag, at tað eigur at verða óneyðugt hjá manninum nakrantíð at geva konu síni eini boð. Evangeliska mótboðið til "Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar" er ikki "Menn, valdi konur tykkara" men "Tit menn, elskið konur tykkara"!
So er maðurin settur til at verða høvdið, og hevur hann fingið boðini, ikki at valda konu síni, men at elska hana, sum eru ráðini til at tryggja sær, at hon vil geva seg undir hann.
--
Agnar Falkvard Joensen talar.
Upptikið í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági 17. septembur 2023.
52 episoder